Hav og havtilfeingi

Luttøka í millumtjóða felagsskapum og samstørvum, sum á ymsan hátt snúgva seg um hav og havtilfeingið, er eitt av høvuðsøkjunum í virkseminum hjá Uttanríkistænastuni. Talan er m.a. um samstørv um fiskivinnu, havsúgdjór og sjóvinnu. Nærri lýsing sæst um hesi samstørv á vinstra bredda.

Samstørv um fiskivinnu
Fiskiskapur uttan fyri føroyska sjóøkið hevur altíð verið ein týðandi partur av føroysku fiskivinnuni. Veiðan uttan fyri Føroyar og veiðan eftir uppisjóvarfiski í føroyskum sjóøkið hava við sær, at Føroyar skulu taka lut í millumtjóða samstørvum innan fiskivinnu.

Hendan luttøka er skipað soleiðis:

  • Altjóða fiskivinnusamstarvið í FAO

  • Millumtjóða fiskiveiðifelagsskapir – NEAFC, NAFO, NASCO og SPRMFO

  • Strandarlandasemjur um felags fiskastovnar

  • Sínámillum avtalur við hinar fiskiveiðitjóðirnar í Norðuratlantshavið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur leiðsluna í sendinevndunum í millumtjóða og altjóða felagsskapunum NEAFC, NAFO, NASCO, SPRFMO og FAO.

Fiskimálaráðið hevur leiðsluna í sendinevndunum í sínámillum avtalum og strandarlandasemjum. Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum sæst eitt yvirlit yvir sínámillum avtalur og strandarlandasemjur.