Universal Periodic Review (UPR) er ein tilgongd í ST, sum byrjaði í 2008, har limalondini verða eftirkannað, tá ið tað viðvíkir mannarættindum. Endamálið við tilgongdini er at betra um mannarættindastøðuna í ymsu londunum. Øll ST limalond luttaka í tilgongdini, og verða eftirkannað áleið fimta hvørt ár. Føroyar vóru fyrstu ferð til hoyring saman við Danmark og Grønlandi í 2011, og vóru aftur til hoyring í januar 2016.

UPR er sermerkt í mun til aðrar hoyringar, sum taka støði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, tí UPR fevnir um allar ST mannarættindasáttmálar. Tað er Mannarættindaráðið, ið stendur fyri hoyringini.

Londini fáa eftirfylgjandi tilmælir, ið antin skulu góðtakast ella vísast burtur.

Fyrsta frágreiðingin frá DK/GL/FO varð latin inn í 2011, og kann lesast her (føroyska ískoytið er á s. 19 – 22).

Tilmælini til Føroyar síggjast her.

Seinna frágreiðingin frá DK/GL/FO var latin inn í 2015, og kann lesast her (føroyska ískoyti er á s. 18 – 21).

Tilmælini til Føroyar síggjast her.

Svar til tilmælini síggjast her (svarini viðvíkjandi Føroyum byrja á næstseinastu síðu) .