Mannarættindi í ST høpi

Tann 10. desember 1948 samtykti aðalfundur Sameindu tjóða Heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Hetta hendi trý ár eftir, at Sameindu tjóðir vóru stovnaðar í kjalarvørrinum eftir seinna heimsbardaga.

Heimsyvirlýsingin er, sum heiti ber brá av, ein yvirlýsing og tí ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini. Heimsyvirlýsingin verður tó roknað sum eitt grundvallarskjal samtykt av einum samdum ST aðalfundi, og nakrar ásetingar í heimsyvirlýsingini hava ment seg til at vera galdandi altjóða siðvenja. Arbeiðið við at skapa bindandi altjóða reglur um mannarættindi er ment gjøgnum árini, og í dag eru nýggju høvuðs sáttmálar í ST, tá umræður mannarættindi:

Føroyar eru fevndar av sjey teimum fyrstu sáttmálunum, men eru ikki fevndar av sáttmálanum um at verja rættindi hjá gestaarbeiðarum, ella sáttmálanum um at verja persónar frá tvungnari hvørving.

Eftirlit
Hvør sáttmáli hevur eina nevnd av serfrøðingum, ið hevur eftirlit við, um sáttmálin verður fylgdur. Sáttmálapartarnir skulu lata inn frágreiðing til ST fjórða hvørt ár, har tað verður útgreinað hvussu ásetingarnar í sáttmálunum verða fylgdar.

Á leið eitt til trý ár aftaná, at frágreiðingin er latin inn, skipar serfrøðinganevndin fyri einari hoyring. Aftaná hoyringina fær limalandið tilmælir um, hvar batar eiga at vera framdir.

Tað er Danmarkar Kongsríki, sum sáttmálapartur, ið letur inn frágreiðingar til ST. Føroyar svara fyri seg í sjálvstøðugum parti, tá tað viðvíkur fremjan av skyldum sambært sáttmálunum í føroyskum løgdømi.

Eftirlitsnevndirnar lata eisini úr hendi almennar viðmerkingar, sum útgreina og lýsa, hvussu ásetingar í sáttmálum og serstakliga fløktir trupulleikar, eiga at tulkast og handfarast.