Handilssamstarv við ES

Ein stórur partur av samhandlinum hjá Føroyum við umheimin, er við lond í ES. Verandi handilssáttmálin millum Føroyar og ES kom í gildi í 1997. Sáttmálin gevur Føroyum møguleika at útflyta flestu fiskavørur, sum í dag verða framleiddar í Føroyum, tollfrítt til ES marknaðin.

Til føroyska marknaðin hevur ES tollfría atgongd fyri flest allar vørur. Einastu ítøkiligu avmarkingarnar fyri innflutning úr ES til Føroya eru mjólkaúrdráttir og lambskjøt. Hesar eru staðfestar í frumskjali 4 til sáttmálan.

Harafturímóti eru fleiri undantøk og avmarkingar fyri frían útflutning úr Føroyum til ES á fiskivinnu- og landbúnaðarøkinum. Frumskjal 1 í handilssáttmálanum er eitt yvirlit yvir fiskavørurnar, sum Føroyar kunnu útflyta til ES við fullum tollfrælsi ella við kvotum fyri tollfrían útflutning.

Feskur, køldur og frystur fiskur er stórt sæð tollfríur. Harafturímóti eru fáar liðugt viðgjørdar fiskavørur, sum hava tollfría atgongd til ES marknaðin. Ynski um broytingar í sáttmálanum t.d. tollfrí atgongd fyri nýggjar vørur, verða tikin upp í felagsnevndini millum Føroya og ES. Í felagsnevndini skal semja finnast, og broytingin síðani formliga góðkennast sambært galdandi mannagongdum í ávikavist Føroyum og ES. Í ES kervinum kann hetta ofta vera ein sera drúgv tilgongd.

Tey seinastu árini hevur verið virkað fyri at fáa nýggja avtalu við ES, sum ger samstarvið smidligari og letur upp fyri fullari atgongd til ES marknaðin fyri øllum fiskavørum.

 

Meir kunning
  • Sáttmálar við ES
  • Hjá ES Nevndini er avvarðandi politiski myndugleikin á handilsøkinum Directorate General for Trade (DG Trade)
  • Hagtøl um samhandil við ES  
  • TAKS umsitur dagliga samstarvið við ES um toll viðurskifti 
  • TARIC – yvirlit har til ber at finna galdandi toll til ES marknaðin á vørum sambært vørukodum, londum, økjum, ISO kodum og galdandi ES reglugerðum. 
  • Quota – yvirlit yvir kvotur fyri tollfríum innflutningi til ES marknaðin.
  • Combined Nomenclature – kunning um vørunumrini hjá ES 
  • European Market Observatory for Fisheries and Aquaculture Products – framleiðir regluligar kunningar og hagtøl um marknaðarviðurskifti fyri fiskavørum á ES marknaðinum.