Viðurskifti millum Føroyar og Bretland

Skiftistíðin eftir at Bretland tók seg úr Evropasamveldinum endaði 1. januar 2021, og er ES-lóggáva ikki longur galdandi fyri Bretland. Hetta ávirkar fleiri viðurskifti millum Føroyar og Bretland.

Handilssáttmálin
Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Bretland varð undirritaður í januar 2019 og góðkendur í løgtinginum á vári sama ár.  Sáttmálin kom  formliga í gildi 1. januar 2021, samstundis sum skiftistíðin millum Bretland og ES endaði.

Talan er um ein framhaldssáttmála (á enskum continuity agreement), sum byggir á verandi handilssáttmála millum Føroyar og ES. Sáttmálin varð gjørdur til tess at tryggja, at sama tollfrælsi í samhandlinum millum Føroyar og Bretland kann halda fram, uttan mun til um Bretland fór úr ES við ella uttan einum nýggjum fríhandilssáttmála við ES.

Heilsufrøðilig viðurskifti
Viðvíkjandi heilsufrøðiligum eftirliti við matvørum og djórum hava bretskir myndugleikar kunngjørt dagført vegleiðingar 11. mars 2021, sum fyri føroyskar fiskaútflytarar merkja at:

  • Frá 1. oktober 2021 – fráboðanir og heilsuváttanir
  • Frá 1. januar 2022 - allar matvørur skulu innflytast umvegis góðkendar marknaeftirlitsstøðir í Bretlandi (Border Control Posts)

Hesi og onnur viðurskifti viðvíkjandi útflutningi til Bretlands eru nærri lýst hjá bretsku myndugleikunum.

Fyri innflutning til Føroya er viðkomandi kunngerð broytt soleiðis, at innflutningur av landbúnaðarvørum úr Bretlandi kemur undir sama undantak sum innflutningur úr Íslandi og Nýsælandi fram til 1. juli 2021.

Neyðugt verður at fáa eina varandi heilsufrøðiliga avtalu í lag við Bretland til tess at sleppa undan, at allar matvørur og aðrar vørur av djórauppruna, bæði til og úr Bretlandi skulu aftur gjøgnum markaeftirlit, soleiðis sum krøvini vóru áðrenn heilsufrøðiliga avtalan við ES kom í gildi í 2001.

Samstarv um fiskiskap
Karmssáttmálin um fiskiskap millum Føroyar og Bretland varð undirritaður 29. oktober 2020 og endaliga samtyktur í løgtinginum 11. desember 2020. Sáttmálin verður karmur um árligu sínámillum samráðingar og avtalur millum Føroyar og Bretland um fiskiskap í sjóøki hvør hjá øðrum, sum Fiskimálaráðið umsitur.

Arbeiðs- og uppihaldsloyvi
1. januar 2021 var bretska útlendingalógin dagførd soleiðis, at nýggja sokallaða “Points Based System” stigaskipanin fyri uppihalds og arbeiðsloyvi kom í gildi, og er galdandi fyri allar útlendingar, sum ætla at búseta seg og/ella arbeiða í Bretlandi.

Undan hesum hava føroyingar havt sama frælsi at búseta seg og arbeiða í Bretlandi sum borgarar úr ES og EBS londum. Ivamál hava viðhvørt stungið seg upp í sambandi við at føroyingar ikki løgfrøðiliga eru at rokna sum ES borgarar. Bretska innlendismálaráðið (Home Office) hevur í samband við broytingarnar í útlendingalógini gjørt greitt, at sum danskir ríkisborgarar verða føroyingar viðgjørdir eins og borgarar úr ES og EBS.

Ferðafólk úr Føroyum og øðrum evropeiskum londum kunnu vera í Bretlandi í upp til 3 mánaðir uttan uppihaldsloyvi (visum). Fyri longri uppihald er neyðugt við visum móti gjaldi umframt einum NHS heilsugjaldi fyri tíðarskeiðið visum er galdandi. Bretskir myndugleikar hava ein visum finnara har til ber at finna rætta visum.

Føroyingar, sum longu búgva í Bretlandi skulu skráseta seg hjá EU Settlement Scheme í seinasta lagi 30. juni 2021 til tess at tryggja sær loyvi at vera verandi. Tey sum hava búð 5 ár ella longri í Bretlandi fram til 30. desember 2020 kunnu søkja um settled status, ið er treytað varandi uppihaldsloyvi. Tey sum hava verið styttri enn 5 ár, kunnu søkja pre-settled status, og síðani settled status seinni.

Meira fæst at vita her.

Hægri útbúgving (lestrargjøld)
Undan broytingunum í reglunum fyri lestrargjald fyri hægri útbúgvingar sum eru gjørdar í samband við BREXIT, hava Føroyar verið lýstar sum “overseas territory” bæði hjá Onglandi og Skotlandi í fylgiskjølum til lógir, ið staðfesta úr hvørjum londum lestrargjaldið hjá lesandi er tað sama sum lesandi í Onglandi/Skotlandi gjalda (“heimalesandi” ella home fees).

Eftir 1. august 2021 verða føroyingar, ið lesa í Bretlandi ikki longur at rokna sum heimalesandi og skulu tí gjalda overseas fees heldur enn home fees,  eftir somu skipan sum ES og EBS borgarar.

Tey sum eru farin undir hægri lestur í Bretlandi áðrenn 1. august 2021 halda áfram undir verandi skipan alt útbúgvingarskeiðið. Tó er umráðandi at tey, sum longu lesa í Bretlandi skráseta seg sum búsett í Bretlandi undir EU Settlement Scheme innan 30. juni 2021 til tess at varðveita sína støðu sum íbúgvar og sleppa undan at verða roknað sum útlendsk lesandi undir nýggju skipanini.

Viðvíkjandi uppihaldsloyvi fyri lesandi, sí eisini omanfyri undir Arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og bretska visum finnaran, har til ber at leita seg fram til student visa.

Umframt kunning á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni er eisini meira kunning at finna her:

Koyrikort

Føroysk koyrikort í Bretlandi – Føroyska koyrikortið er galdandi í upp til 12 mánaðir eftir, at flutt verður til Bretlands. Føroyar eru positivt nevndar sum eitt “designated country” í lóggávuni um góðkend koyrikort í Bretlandi. Koyrikort frá Akstovuni kann býtast um við eitt bretskt koyrikort innan fimm ár eftir, at flutt verður til Bretlands – hetta umvegis Driver & Vehicle Licensing Authority (DVLA).

Bretsk koyrikort í Føroyum - Løgtingið samtykti broytingar í ferðslulógini við 3. viðgerð tann 15. desember 2020. Sostatt kunnu bretskir ríkisborgarar framhaldandi eftir 1. januar 2021 býta sítt bretska koyrikort um við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, um tørvur er á tí, eins og beinleiðis umbýti av koyrikortum frammanundan var møguligt úr ES-londum, Íslandi og Noregi – hetta umvegis Akstovuna.

Granskingarsamstarv
Bretland fer framvegis at luttaka í komandi ES granskingar-samstarvsskránni Horizon Europe (2021-2027). Hetta er nú greitt, eftir at ES og Bretland eru komin ásamt um framtíðar handilssamstarv.

Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at Bretland framhaldandi verður ein virkin og javnbjóðis partur av hesum samstarvinum. Fleiri granskarar og granskingarstovnar í Bretlandi luttaka í verkætlanum, sum føroyskir granskarar eisini eru partar av, og sum hava fingið fígging sambært ES skránni fyri granskingarsamstarv.

Almannamál /sosial trygd
Sáttmálin frá 1959 millum Danmark og UK um sosiala trygd er enn galdandi fyri Føroyar, hóast Danmark er vorðið fevnt av øðrum ES reglum og sáttmálum á økinum síðan tá. Sáttmálin tryggjar millum annað javnrættindi til heilsutrygd og heilsuveitingar, uppsparda pensjón, arbeiðsloysis-stuðul, avlamisendurgjald og barnsburðarfarloyvi.

Mett verður ikki, at hesi viðurskifti eru broytt síðan 1. januar 2021 vegna BREXIT. Hinvegin hevur samskifti um BREXIT givið høvi hjá avvarðandi myndugleikunum í Føroyum og Bretland at leggja lunnar undir eitt beinleiðis samskifti um sínámillum samstarv um almanna- og heilsumál framyvir og um tørvin á dagføringum á økinum sum heild.