Uttanríkistænastan varðar av tilbúgvingini innan sítt arbeiðsøki. Tað fevnir um brádliga íkomnar neyðstøður hjá eitt nú útflutningsfyritøkum. Uttanríkistænastan hjálpir eisini til við at uppklára neyðstøður hjá føroyingum uttanlands í samstarvi við avvarðandi útlendskar myndugleikar.
 
Tilbúgvingin er skipað við vaktarskipan, sum tekur ímóti telefonini allar dagar í árinum.
 
Telefonnummarið er +298 55 61 01.