Arktis

Arktis er veruliga komið á dagsskránna seinnu árini. Frá at hava verið eitt øki, sum einamest hevur havt vísindaligan áhuga, er arktiska økið nú vorðið ein miðdepil í heimspolitikki. Veðurlagið er lýggjari, ísurin bráðnar alt meira, og nýggj stór land- og sjóøki gerast atkomulig. Tað verður gjørligt at sigla norður um Russland og Kanada munandi størri part av árinum enn higartil. Samstundis fæst atgongd til higartil fjalt olju-, gass- og mineralríkidømi í undirgrundini.

Hesar broytingar hava stóran týdning fyri Føroyar. Veðurlagsbroytingarnar kunnu fáa avleiðingar fyri okkara lívsgrundarlag. Hitalagsbroytinarnar í sjónum kunnu ávirka vistskipanina og havstreymin og harvið havtilfeingið. Broytingarnar, sum í løtuni fara fram í fiskastovnunum, hava helst samband við veðurlagsbroytingarnar.

Arktiska Ráðið
Arktiska Ráðið er eitt millumtjóðasamstarv um arktisk viðurskifti. Limalondini eru Kanada, kongsríki Danmarkar (sum fevnir um Grønland, Danmark og Føroyar), Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Russland og USA. Harumframt eru seks felagsskapir fyri upprunafólk fastir luttakarar í ráðnum: Inuit Circumpolar Council, Saami Council, Russian Arctic Indigenous Peoples of the North, Aleut International Association, Arctic Athabaskan Council og Gwich’in Council International. Felagsskapirnir luttaka á jøvnum føti við limalondini í orðaskiftinum, hóast teir ikki eru við til at taka formligar avgerðir í ráðnum.

Upprunin at Arktiska Ráðnum var Arctic Environmental Protection Strategy, ið varð stovnað í 1991. Í 1996 varð samstarvið víðkað til eitt samstarv á uttanríkispolitiskum stigi, sum eisini tók atlit at livikorunum hjá íbúgvunum í økinum og burðardyggari menning.

Arktiska Ráðið hevur ikki støði í einum bindandi millumtjóðasáttmála, men í einari politiskari yvirlýsing millum avvarðandi uttanríkisráðharrar. Semja skal vera millum limalondini um allar avgerðir og samtyktir. Avgerðirnar eru ikki løgfrøðiliga bindandi.

Stóru broytingarnar í Arktis seinnu árini hava gjørt, at Arktis er komið á dagsskránna í heimspolitikki. Stóri áhugin hevur havt við sær, at leikluturin hjá Arktiska Ráðnum er broyttur grundleggjandi, og limalondini raðfesta samstarvið hægri enn áður.

Arktiska Ráðið er styrkt munandi seinastu árini við einari felags skrivstovu og fíggjarætlan. Harafturat hava limalondini samtykt tveir millumtjóðasáttmálar innan karmarnar av Arktiska Ráðnum, ávikavist leiting og bjarging (SAR) og tilbúgving í sambandi við oljudálking (Oil Spill), umframt at sáttmáli um at styrkja arktiska granskingarsamstarvið varð undirritaður á ráðharrafundinum í Fairbanks, Alaska, í mai 2017.

Áhugin hjá londum, sum ikki eru partur av Arktis, er eisini øktur munandi – bæði fyri økinum sum heild og fyri arbeiðinum hjá Arktiska Ráðnum. Fleiri av hesum londum hava fingið eygleiðarastøðu í ráðnum, eitt nú Kina, India og Japan, og onnur hava søkt um eygleiðarastøðu.

Limalondini skiftast um at hava formansskapin í eitt 2-ára skeið. USA hevði formansskapin fram til mai 2017, tá Finnland tók yvir. Amerikanski formansskapurin leggur dent á trý høvuðsevni: ávirkanin av veðurlagsbroytingunum, verja av Íshavinum (Arctic Ocean) og betran av fíggjarligu umstøðunum og liviumstøðunum í Arktis.

Virksemið í Arktiska Ráðnum hevur fyrst og fremst snúð seg um at gera frágreiðingar, støðulýsingar, tilmæli og leiðreglur um viðurskifti á arktiska økinum, t.d. umhvørvisdálking, veðurlagsbroytingar og skipaferðslu. Eitt dømi er viðurkenda frágreiðingin Arctic Climate Impact Assessment (ACIA) frá 2004, ið vakti ans kring heimin og vísti á hvussu umfatandi og álvarsligar veðurlagsbroytingarnar eru í Arktis.

Seks arbeiðsbólkar eru í Arktiska Ráðnum, ið eru mannaðir við serfrøðingum úr limalondunum. Arbeiðsbólkarnir standa fyri flestu frágreiðingum og støðulýsingum, sum verða gjørdar í ráðnum. Bólkarnir eru Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP), Conservation of Arctic Flora and Fauna (CAFF), Protection of the Arctic Marine Environment (PAME), Emergency Prevention, Preparedness and Response (EPPR), Sustainable Development Working Group (SDWG) og Arctic Contaminants Action Program (ACAP).

Føroyskir serfrøðingar hava luttikið í fleiri av arbeiðsbólkunum síðani fyrst í 90-árunum. Millum annað luttaka umboð fyri føroyska heilsuverkið og Umhvørvisstovuna í arbeiðsbólkinum AMAP. AMAP ger lýsingar av útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum í arktisku náttúruni og kannar, hvørji árin umhvørvisdálkingin hevur á fólkaheilsuna hjá íbúgvunum í arktiska økinum. Umboð fyri Náttúrugripasavnið og Havstovuna luttaka í arbeiðsbólkinum CAFF. CAFF arbeiðir serliga við at kortleggja og varðveita lívfrøðiligt fjølbroytni í Arktis.

Samstørvini í Artiska Ráðnum eru virðismikil samstørv og viðkomandi fyri Føroyar. Ikki minst tí Føroyar hava nógv til felags við hini samfeløgini í Arktis, serliga hvat ið viðvíkur búskapargrundarlagi, nærleika við náttúruna og avbjóðingar við at tryggja fólkavøkstur og burðardygga menning. 

Flestu evnini, sum verða viðgjørd í Arktiska Ráðnum eru málsøki, sum Føroyar hava yvirtikið. Tí er viðkomandi, at Føroyar eru við til at orða og menna avgerðir, sum verða tiknar, so tær eru hóskandi fyri føroysk viðurskifti. Sum fiskivinnutjóð hava Føroyar týðandi leiklut í Arktiska Ráðnum at tala og virka fyri týdninginum av burðardyggari menning og gagnnýtslu av havtilfeinginum. Hesi sjónarmið eru ofta ikki nóg væl umboðaði í Arktiska ráðnum. Umframt at avvarðandi landsstýrismaður luttekur á ráðharrafundinum, sum er annaðhvørt ár, luttaka føroysk embætisfólk á SAO (Senior Arctic Official) fundunum, sum eru hægstu fundir á embætisstigi, og á fundunum í SDWG-arbeiðsbólkinum og PAME-arbeiðsbólkinum, umframt á øðrum viðkomandi fundum. 

Frágreiðingin "Føroyar - eitt land í Arktis"
Hóast Føroyar eru partur av felags arktisku heildarætlanini hjá kongsríkinum Danmarkar Kongeriget Danmarks Strategi for Arktis 2011-2020, so metti landsstýrið, at av tí at stórir partar av viðurskiftunum í felags heildarætlanini snúgva seg um málsøki, ið vit sjálvi umsita sum føroysk sermál, so var tørvur eisini á einari serstakari útgreining av føroyskum áhugamálum. Í 2011 varð farið undir arbeiðið at greina føroysk áhugamál viðvíkjandi millumtjóðasamstarvi, vinnu, umhvørvi og gransking í arktiskum høpi, og í apríl 2013 varð útgreiningin “Føroyar – eitt land í Arktis” handað løgmanni.