2030 burðardyggu menningarmálini hjá ST í Føroyum

Føroyar eru eitt framkomið land, og eiga sum ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum at taka 2030 málini fyri burðardygga menning hjá ST til sín. Heimsmálini eru eitt universalt stavnhald, sum øll heimsins lond kunnu halda seg til og virka fram ímóti.

Aðalfundarsamtykt Sameindu tjóða “Transforming the world: the 2030 Agenda for Sustainable Development” frá 2015 heitir á heimsins tjóðir um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál. Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2016 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru.

Endamálið er, at hvørt landið tekur útgangsstøði í egnum veruleikum og við egnum raðfestingum virkar fyri at fremja málini.          

Málini eru 17 í tali, og harafturat eru 169 partmál. Menningarmálini hava fimm høvuðsendamál:

  • At beina fyri fátækradømi og hungri, so øll fólk hava somu menningarmøguleikar.
  • At verja jørðina við at seta í verk ætlanir fyri, hvussu tilfeingi best verður gagnnýtt burðardygt til frama fyri komandi ættarlið.
  • At øll kunnu njóta og vera partur av framburði og at búskaparligur, sosialur og tøkniligur framburður skal henda í samljóði við náttúruna.
  • At fostra frið, rættvísi og inklusjón, ikki ótta og harðskap.
  • At málini verða útint í einum sterkum altjóða anda, grundað á samstarv og við virðing fyri teimum, sum eru mest viðbrekin og fátøk.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at gera eina støðulýsing sum grundarlag undir eini komandi ætlan fyri at røkka heimsmálunum í landsins politikki.

Arbeiðið við heimsmálunum verður samskipað av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Løgmansskrivstovuni í samstrarvi við allar viðkomandi myndugleikar.