Stuttar framhaldsútbúgvingar

Stuttar framhaldsútbúgvingar, eru at rokna sum útbúgvingar, sum eru framhald av miðnámsútbúgvingum og yrkisútbúgvingum, og hava sum yvirskipað endamál at geva lesandi fakligan førleika til ávís yrki.

Møguleiki er at lesa stutta framhaldsútbúgving í kunningartøkni, byggitøkni, framleiðslutøkni, búskap, marknaðarførslu og leiðslu. Hesar útbúgvingar, sum vanliga taka millum 2 og 2½ ár, geva í ávísum føri møguleika fyri framhaldandi lesnaði á bachelorstigi. Útbúgvingarnar kunnu í ávísum føri eisini takast sum parttíðarlestur, og taka tær tá millum 2½ og 4 ár at fullføra.

Upptøkutreytirnar fyri at verða tikin inn á eina stutta framhaldsútbúgving eru treytaðar av, hvat fyri slag av útbúgving talan er um, og á hvørjum stigi útbúgvingin er.