
Endamálið við sernámsfrøðiligum skipanum, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið fyrisitur, er at veita teimum við serligum tørvi javnbjóðis læri- og menningarmøguleikar og atkomu til upplýsing og kunning.
Í sambandi við arbeiðið at endurskoða og menna tilboð og skipanir á mentanar- og skúlaøkinum, skulu atlit takast til ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Skúlaskipanin miðar eftir einum innkluderandi fólka- og miðnámsskúla. Í nøkrum fólkaskúlanum eru skipaðir serflokkar/serstovur og sertilboð. Harumframt virkar Skúlin á Trøðni sum serskúli.
Skúlatilboð eftir fólkaskúlan eru, umframt á Rásin í Saltangaráð, í nøkrum miðnámsskúlum. Tilmælið um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligugum tørvi (SSM) var í januar 2015 handað landsstýrisfólkunum í mentamálum og almannamálum og vísir á eina ítøkiliga skipaða tilgongd at stovnseta fleiri skúla-, stuðuls-, frítíðar- og bútilboð til ung við serligum tørvi.
Sernám, sum er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, veitir sernámsfrøðiligar kanningar, eygleiðingar og ráðgeving til børn, avvarðandi og stovnar/skúlar. Sernám er skipað í smábarnaøki, fólkaskúlaøki og miðnámsskúlaøki.
Fólkaskúlin
• Skúlin á Trøðni
• Sertilboðið á Skúlanum á Fløtum
• Serflokkur í Hoyvíkar Skúla
• Serflokkar í Runavíkar Kommunuskúla
• Serflokkar á Skúlatrøð
• Førleikastovur (Upprit um førleikastovur), (Endamálið við førleikastovum)
• Tilmæli um sernámsfrøðiliga økið
• Tilmæli um námsfrøðiligar stuðlar í fólkaskúlanum
• Kunngerð nr. 127 12.09.18 “Kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul, broytt við kunngerð nr. 23 frá 19.03.19"
• Kunngerð nr. 24 19.03.19 “Kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð"
Vegleiðingar í sambandi við royndir og próvtøkur innan serøkið
• Vegleiðing til landsroyndina í sambandi við stuðul til næmingar við serligum tørvi
• Vegleiðing til próvtøku eftir serligari fyriskipan
• Vegleiðing til støðumetingarskjal
Miðnám
• Rásin í Saltangará (reglugerð fyri rásina)
• Serbreytin á Kambsdali
• Serflokkar í Hoydølum
• Sálarfrøðilig tænasta (faldari um Sálarfrøðiligt tilboð)
• Tilmæli um serliga skipað miðnám
• Námsskipan til serbreytir í miðnámi
Sernám
• Sernám
• Tann góða tilgongdin (Tilmæli um at skipa eina góða tilgongd), (Yvirlýsing), (Faldari um autismu)
• Kunngerð nr. 127 12.09.18 “Kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul, broytt við kunngerð nr. 23 frá 19.03.19"