Próvsnið

Sambært próvtøkukunngerðini § 30, stk. 2 skal Barna- og útbúgvingarmálaráðið áseta tilfar, stødd, snið, búmerki o.s.fr. av prógvi. Dømi um prógv skulu liggja á heimasíðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Prógvpappírið, skal vera A4, Cyclus offset  130-150 g og hava vatnmerki við veðrinum á. Skúlarnir fáa próvpappír við at venda sær til Próvstovuna.

Dømi um prógv skulu liggja á heimasíðu ráðsins.

Dømi:

Gymnasialt miðnámsprógv – Fyrireikingarbreytin

Gymnasialt miðnámsprógv – Búskaparbreytin

Gymnasialt miðnámsprógv – Hugbreytin

Gymnasialt miðnámsprógv – Náttúrubreytin

Gymnasialt miðnámsprógv – Tilfeingisbreytin

Gymnasialt miðnámsprógv – Tøknibreytin

Gymnasialt miðnámsprógv – Stakgreinaprógv

Gymnasialt miðnámsprógv - Baksíða føroysk og ensk

Viðmerking til teigin “ARF frá” uttast til høgru. Her kunnu standa hesar styttingar:

ST fyri Studentaskúlaútbúgving

HF fyri Hægri Fyrireikingarpróvtøku

HH fyri Hægri handilspróvtøku

FHS fyri Fyrisiting-, handil- og skrivstovuprógv

HT fyri Hægri tøkniliga próvtøku

HIF fyri Hægri próvtøku innan fiskivinnu

 fyri búskaparbreyt,

FY fyri fyrireikingarbreyt,

HU fyri hugbreyt,

 fyri náttúrubreyt,

TI fyri tilfeingisbreyt og

fyri tøknibreyt

Annað fyri annað