Próvstovan

Leinki til heimasíðuna hjá Próvstovuni: provstovan.fo

Frá 1. august 2015 at rokna er Próvstovuna skipað sum ein sjálvstøðug fyrisitingarliga eind undir leiðslu av stjóranum á Námi. Próvstovan hevur ábyrgd av at leggja til rættis og fremja skrivligar og munnligar próvtøkur í fólkaskúlanum, miðnámsútbúgvingunum og teimum maritimu útbúgvingunum. Harumframt leggur Próvstovan til rættis og fremur landsroyndir á hvørjum ári í 4. og 6. flokki og PISA-test 3. hvørt ár.

Her finnur tú yvirlit yvir karmar fyri skúlaárið, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsútbúgvingunum, eins og tú finnur yvirlit yvir tey skrivligu próvtøkuskeiðini.

Skrivligar føroyskar uppgávur, sum hava verið brúktur til landsroyndirnar, eru at finna á heimasíðuni snar.fo