Námsætlan fyri virkisbúskap á C stigi

1. Samleiki

Virkisbúskapur er samfelagsvísindalig lærugrein, har viðurskifti, sum hava við tilfeingi at gera, verða skipað og greinað. Sipað verður til tilfeingi í breiðari merking. Búskaparlig ástøði eru nýtilig á øllum økjum, har menniskjaligar gerðir eru avgerandi fyri, hvussu tilfeingi verður ella kann verða gagnnýtt.

Vanliga verður búskaparfrøðin skild sundur í makro- og mikrobúskap. Í makrobúskapi er heildin (samfelagið) greiningarevni, meðan einstaklingurin – virki ella persónur – er greiningarevni í mikrobúskapinum. Virkisbúskapur knýtir seg at mikrobúskapinum.

Virkisbúskapur gevur innlit í, hvussu tilfeingi verður nýtt og umsitið best møguliga. Harumframt gevur virkisbúskapur innlit í treytir og møguleikar at reka eitt virki skynsamt í einum altjóðagjørdum marknaðarstýrdum búskapi, og gevur førleikar at virka í hesum høpi.


2. Endamál

Í virkisbúskapi er endamálið, at næmingurin lærir at nýta virkisbúskaparligar fyrimyndir og arbeiðshættir og at skilja hugsanarhátt og ástøðini undir teimum.

Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi, innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum, at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja til rættis ætlanir fyri virkið.

Fakið skal menna førleikarnar hjá næminginum at lýsa, greina, greiða frá, viðgera, meta um og miðla virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin lærir at hugsa um virkið sum eina heild, og at taka avgerðir út frá hesum.

Í fakinum verður næmingurin fyrireikaður til framhaldandi lestur, men fakið gevur eisini næminginum førleikar, sum beinleiðis kunnu brúkast innan vinnuvirksemi.

Virkisbúskapur er eitt fak, ið hevur tætt tilknýti til vinnulívið, og eigur hetta at síggjast aftur í undirvísingini, við dømum, virkisvitjanum, simuleringum o.tíl. Undirvísingin eigur at geva næminginum hollan førleika at nýta tíðarhóskandi kunningartøknilig amboð, í arbeiðnum við virkisbúskaparligum uppgávum.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í virkisbúskapi á C stigi fevnir um 75 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum.

Kjarnaøki

Í virkisbúskapi C verður dentur lagdur á, at næmingurin lærir um grundleggjandi virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin skal fáa hollar førleikar í at gera útrokningar, greiða frá og at lýsa viðurskifti, ið hava við vinnubúskaparliga økið at gera.

Virkið og samfelagið

  • Virkishugtakið
  • Hugskotsgrundarlag
  • Virkissløg
  • Ognarformar
  • Ábyrgd og mynduleikabýti

Búskaparligir upplýsingar um virkið

  • Skrásetingar og bókføring
  • Meirvirðisgjald (MVG)
  • Tíðaravmarkingar
  • Uppseting av rakstrarroknskapi, fíggjarstøðu og notum

Búskaparlig greining av virkinum

  • Roknskapargreining
  • Rokna lyklatøl, ið vísa vinningsføri

Búskaparligar avgerðir í virkinum

  • Inntøku- og kostnaðarlæra

  • Hugtøkini inntøka og kostnaður
  • Kostnaðarútrokningar
  • Bruttovinningur og bruttoavkast
  • Broytiligur kostnaður og fastur kostnaður

At leggja til rættis og gera ætlanir í virkinum

  • Rakstrarætlan
  • Fíggjarstøða
  • Pengastreymur

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í virkisbúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virkir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum virkisbúskapur.


5. Førleikamál

Í virkisbúskapi eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið undir virkisbúskaparligum mannagongdum og reglum, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga, at lesa, at skriva og at rokna. At samskifta snýr seg eisini um at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Í virkisbúskapi skal næmingurin fáa venjing í at seta spurningar, lýða á, próvføra, at samskifta og at gera framløgur um virkisbúskaparlig viðurskifti.

Førleikin at lesa verður mentur við næmingurin miðvíst skal tilogna sær nýggja vitan, skal læra at skyna á, greina og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at viðgera evni í lærugreinini. Næmingurin skal læra at lesa um, seta seg inn í og duga at viðgera virkisbúskaparlig viðurskifti. Keldur kunnu eitt nú vera fakbøkur, greinar, tíðarrit, hagtøl, heimasíður og annað skivtligt tilfar.

Førleikin at skriva verður mentur at við næmingurin skal læra at orða seg í skrivligum uppgávum, frágreiðingum, framløgum v.m um virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin skal læra at bera fram faktilfar klárt og týðiligt í einum logiskum samanhangi.

Førleikin at rokna verður mentur við at næmingurin lærir at gera viðkomandi útrokningar og at seta upp talvur og grafar v.m. samsvarandi fakstøði. Næmingurin eigur at hava grundleggjandi talfatan, og duga at fyrihalda seg til tøl og talstøddir og at skipa taltilfar. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til virkisbúskaparligar spurningar.

Førleikin at nýta tøknilig amboð verður mentur við at næmingur skal læra at brúka viðkomandi kunningartøknilig amboð so sum rokniark, tekstviðgerð, framløguforrit og alnótina. Næmingur skal vera førur fyri at gera útrokningar, at skipa og viðgera taltilfar við tøkniligum amboði. Næmingur skal læra at brúka viðkomandi búskaparligar "funksjónir" í rokniarkinum og vera førur fyri at gagnnýta hesi amboð.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi.

Í virkisbúskapi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan eitt nú frá fakbókum, fjølmiðlum, greinum, frá alnótini v.m. Næmingurin skal eggjast til at at seta kritiskar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu virkisbúskaparlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekst- og talframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Næmingur dugir:

  • at greiða frá og lýsa viðurskifti í og rundan um virkið
  • grundleggjandi skrásetingarreglur í sambandi við bóking
  • at greiða frá hugtøkunum inntøka og kostnaður
  • at gera útrokningar viðvíkjandi inntøku og kostnaðargrundarlagnum í virkinum
  • at seta upp roknskap (rakstrarroknskap og fíggjarstøðu) fyri handils- og tænastuvirki
  • at miðla grundleggjandi lyklatøl í virkinum
  • at nýta viðkomandi kt-amboð
  • at nýta, lesa og gera fíggjarætlan í handilsvirki.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar í kjarnaøkjunum í lærugreinini.

Til próvtøkuna er loyvt at hava allar hjálparmiðlar við, ið hava verið nýttir í undirvísingini.

Dømingargrundarlag

Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur málini, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at skipa og miðla fakligt tilfar, umframt at orða seg fakliga um útflýggjaða tilfarið. Próvtakarin skal sýna fakligar førleikar í viðgerðini av próvtøkutilfarinum við støði í virkisbúskaparligum ástøði.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Skrivligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvari og greinandi eygleiðing. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa sera gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Sjónarmiðini eru týðilig og vísa gott innlit í lærugreinina. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men bæði fakligir og málsligir veikleikar eru. Greiningin er somuleiðis veik og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Týðandi lýti koma fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Virkisbúskapur er lærugrein, har næmingur lærir virkisbúskaparlig ástøði, umframt at meta um hesi í verkligum høpi. Grundleggjandi lærir næmingur um ástøðiligar meginreglur í virkisbúskapi, og hvussu hesar verða nýttar í verki. Undirvísingin skal vera heildarkend, og hon skal knýta saman ymisk øki av lærugreinini og skal kunna verða sett í tvørgreinaligan samanhang.

Næmingur skal læra um ymiskar framferðarhættir, og venja seg at brúka hesar í einfaldum uppgávuloysnum. Málið er, at næmingurin við dømum er førur fyri at greina ávísar útrokningar.

Í virkisbúskapi skal næmingurin taka virknan lut í undirvísingini, bæði skrivliga og munnliga. Ástøðiligi parturin av undirvísingini er fast skipaður eftir ástøðiligum meginreglum. Samstundis geva vandamálsorðaðu uppgávurnar næminginum góðar møguleikar at taka virknan lut í undirvísingini, ávirka val av innihaldi og arbeiðsháttum.

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, at tað innan vinnubúskaparliga fakøkið støðugt  henda broytingar. Undirvísingin skal vísa næminginum á týdningin av at fylgja við og vera dagførdur á hesum fakøki, og at til ber at mennast alt lívið.

Munnliga og skrivliga arbeiðið skulu stuðla undir hvørt annað og vera ein natúrligur partur av frálæruni.

Arbeiðshættir

Í virkisbúskapi á C-stigi verður serligur dentur lagdur á skrivlig avrik, har grundleggjandi ástøðiligar meginreglur vera lærdar og vandar. Undirvísingin er í stóran mun lærarastýrd. Sum frá líður, og so hvørt sum fakligi førningurin økist, broytast undirvísingar- og arbeiðshættirnir. Farið verður frá deduktivum lærutilgongdum til eisini at brúka induktivar lærutilgongdir, har næmingurin fær møguleika at ávirka lærugtilgongdir og val av arbeiðsháttum.

Fjølbroytni

Umráðandi er, at undirvísingin er fjølbroytt, og at lagt verður upp til at brúka ymiskar undirvísingar- og arbeiðshættir. Læringin er ymisk hjá teimum ymisku næmingunum, og við fjølbroyttum arbeiðsháttum er møguleiki at røkka flestu næmingum. Eitt nú kann verða skift millum deduktivar og induktivar læringstilgongdir, umframt at skift kann verða ímillum einstaklinga avrik, bólkaavrik og verkætlanararbeiðið.

Samstarv

Samstarv millum virkisbúskap og støddfrøði er nærliggjandi. Ávís øki í lærugreinini virkisbúskapur eru sera tengd at støddfrøðini, eitt nú útrokningar í inntøku- og kostnaðarlæruni. Mælt verður tí til samstarv millum fakini, so evnini t.d. kundu verið viðgjørd samstundis. Ítøkilig dømi í hesum sambandi høvdu gjørt undirvísingina í báðum lærugreinum meira viðkomandi fyri allar næmingar.

Samstarv millum virkisbúskap, sølubúskap og innovatión er annað væl hugsandi dømi. Í sambandi við at stovnseta virkið, er virkisbúskapur saman við sølubúskapi viðkomandi fak.