Musikkskúlaskipanin

14 musikkskúlar eru í skipanini, sum virkar sambært løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 og kom í gildi hin 01. august 2017. Fyri at koma undir skipanina, skal musikkskúlin vera knýttur at eini kommunu ella at einum kommunalum samstarvi.

Endamál
Undirvísingin hevur til endamáls at menna musikalsku gávur næminganna og geva teimum førleikar, sum kunnu leggja grundarlag undir ríkt musikklív á staðnum og í landinum yvirhøvur.

Musikkskúlin hevur eisini eina skipaða tónleikaútbúgving á miðnámsstigi. Musikkskúlamiðnámið endar við próvtøku. Tann preliminera orgulútbúgvingin endar eisini við próvtøku.

Fígging
Kommunan lønar kommunala musikkskúlaleiðaranum og øðrum kommunalum starvsfólki. Kommunan rindar 50% av læraralønunum og útvegar hóskandi høli, undirvísingartilfar, amboð og ljóðføri.

Landið lønar musikkskúlastjóranum og meginfyrisiting og rindar 50% av læraralønunum. Landið rindar ferðing millum undirvísingarstøðini. Landið umsitur og avgreiðir lønir til lærararnar.

Næmingagjald
Næmingar skulu gjalda kommunala musikkskúlanum eitt árligt gjald, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.

Musikkskúlalærarar
Lærarar skulu hava útbúgving frá musikkkonservatorium ella aðra hægritónleikaútbúgving. Lærararnir starvast í musikkskúlum runt landið og eru settir sentralt í musikkskúlaskipanini. Alt landið er at rokna sum eitt setanarøki. Føroya Musikklærarafelag hevur sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Musikkskúlaleiðari
Kommunan setir í starv musikkskúlaleiðara, sum hevur dagligu leiðsluna og ábyrgd av námsfrøðiliga arbeiðinum. Lærarar hava, hvat viðvíkur dagliga virkseminum, tilvísing til kommunala musikkskúlaleiðaran, sum leiðir og býtir arbeiðið.

Musikkskúlastjóri
Landsstýrismaðurin setir í starv musikkskúlastjóra at taka sær av yvirskipaðu fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og samskipandi uppgávunum í musikkskúlaskipanini.

Musikkskúlastjórin skipar tíma- og lærugreinabýtið í musikkskúlaskipanini og hevur evstu námsfrøðiligu og fakligu ábyrgdina av undirvísingini.

Musikkskúlastjórin setir og loysir úr starvi musikkskúlalærarar í samráð við avvarðandi kommunala musikkskúlaleiðara.

Mál og virðisgrundarlag
Undirvísingin er fyri øll og undirvíst verður í flestu ljóðførum - innan ymisk tónleikasløg. Roynt verður at taka støði í einstaklinginum, og undirvísingin verður skipað soleiðis, at hon kann eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív á staðnum og í landinum yvirhøvur. Dentur verður lagdur á samanspæl innan siðabundnan eins og nýggjari tónleik.

Slóð
Musikkskúlin