Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingarnar fevna um Tekniskt yrkisnám, FHS yrkisnám, Heilsuskúlan og Serbreyt í handverksyrkjum.

Kunningarfaldari um útbúgvingar 2022

Innskriving til allar miðnámsútbúgvingar

Yrkisdepilin

Tekniskt yrkisnám

Skipanin við teknisku yrkisútbúgvingunum varð sett í verk í august 2013, og verður nevnd Tekniskt Yrkisnám. Karmurin um verandi yrkisútbúgvingarøkið er 7 lógir, 14 kunngerðir, 9 útbúgvingarkunngerðir og til hvørja útbúgving sær skulu lesiætlanir gerast til tær almennu lærugreinarnar og til yrkislærugreinarnar.

Tekniskt Yrkisnám umfatar í fyrsta umfari hesar breytir á teknisku skúlunum

  1. Timbur
  2. Snikkara
  3. Elektrikara
  4. Bilsmið
  5. Metal
  6. Hárfríðkan
  7. Klædnaatstøði
  8. Tilvirkisatstøði
  9. Matvøruútbúgving

Hvør einstøk breyt, sum hevur sín egna profil, verður skipað við almennum lærugreinum, yrkis- og vallærugreinum.

FHS Yrkisnám

Handilsskúlarnir hava ein hóp av yrkisútbúgvingum innan fyrisiting, handil og skrivstovu.

Skúlarnir, sum bjóða yrkisnám innan fyrisiting, handil og skrivstovu eru:

  • Glasir í Marknagili
  • Miðnám á Kambsdali
  • Miðnámsskúlin í Suðuroy

Útbúgvingarnar, sum handilsskúlarnir bjóða fram, fevna um handil og smásølu, heilsølu við sergrein og skrivstovuútbúgving við grein í fyrisiting.
Harumframt eru møguleikar at útbúgva seg innan skrivstovuyrkið við sergrein sum advokatskrivari, læknaskrivari, innan almenna fyrisiting, grannskoðan og speditión/shipping.

FHS er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum. Flest allar lærugreinar á FHS enda við C stigi. Eftir FHS kanst tú fara undir yrkisútbúgving innan skrivstovu ella handil.

Heilsuskúlin

Útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum fevna um heilsuhjálpara og heilsurøktara. Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur 15 mánaðir og gevur atgongd til Heilsurøkraraútbúgvingina, sum tekur 22 mánaðir.

Útbúgvingarnar eru eitt tilboð, bæði til heilt ung og til meira tilkomin, og geva tær førleik­ar at arbeiða innan røktar-, um­sorg­an­ar- og stuðulsøkið.

Skift verður ímillum skúlagongd á Skúladeplinum í Suðuroy og starvsvenjing runt alt landið, ið fyri báðar útbúgvingar fer fram á sambýlum, ellis- og røktarheimum og í heiminum hjá borgaranum.

Heilsu­røkt­ara­næmingar eru harumframt eisini á sjúkrahúsi og innan psykiatriska økið í starvsvenjing.

Til ber at fáa góðskrivað partar av útbúgv­ingini, um tú hevur arbeiðsroyndir og/ella skúla­gongd, ið lúka krøvini fyri góðskriving.

Serbreyt í handverksyrki

Teknisku skúlarnir í Havn og Klaksvík bjóða nú undirvísing á fýra serbreytum í handverksyrkjunum. Serbreytirnar eru ætlaðar næmingum millum 16 og 25 ár, sum hava ynski um at nema sær førleikar í yrkisnámi, men ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan.

Undirvísingin á serbreyt­unum tekur støði í tí einstaka, sum verður førleikamettur eftir serligari skipan, ið verður brúkt at skjalprógva førleikar hjá einstaka næminginum.

Meira fæst at vita um serbreytirnar við at venda sær til Glasir í Smiðjugerði og Tekniska Skúla í Klaksvík.