Lestrarstuðul

Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum. Afturat stuðulinum til lesandi í Føroyum umsitir Studni ávísar stuðulsskipanir, ið veita stuðul til føroyingar uttanlands, t.d. ferðastuðulin og ÚSUN-stuðulin.

Studni, ið áður æt Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar fingu tá heimild til at gera egnar lógir og reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum.

Núgaldandi lóg er løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul við seinni broytingum.

Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði, og í løtuni eru umleið 6.500 virknar sakir á Studna. Peningarenslið er umleið 110 mió. kr. – útreiðslujáttanin er umleið 100 mió. kr og inntøkujáttanin er umleið 10 mió. kr. Í dag starvast 6 fólk á Studna: 4 málsviðgerar, fíggjarfulltrúin og stjórin – talan er um 5½ ársverk. Studni húsast í Mentamálaráðnum og nýtir partvís teirra løgfrøðiliga og teldufrøðiliga kunnleika.

www.studni.fo