Granskingarpolitikkur: Vitan & Vøkstur

Tann 28. januar 2011 samtykti Vísindaráðið fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya undir heitinum Vitan & Vøkstur.

Granskingarpolitikurin er í fýra pørtum:

  • Inngangur
  • Styrktir karmar fyri føroyska gransking
  • Dygg og støðug granskingarfígging
  • Raðfesting av granskingarøkjum

Avrit av samtykta politikkinum, faldari og tilfar frá tíðindafundinum í Tinganesi 18. februar 2011, er at síggja her.

Føroya Vísindaráð
Føroya Vísindaráð orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Liminir í Vísindaráðnum eru løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum, uttanríkismálum, almannamálum og heilsumálum. Føroya Arbeiðsgevarafelag, løntakarafeløgini og Fróðskaparsetur Føroya tilnevna hvør sítt umboð. Tvey umboð verða eisini vald fyri sektorgranskingarstovnarnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.

Vísindaráðið virkar við støði í lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006.

Løgmaður er formaður í Vísindaráðnum, og landsstýrismaðurin í granskingarmálum er næstformaður.
Skrivari fyri Vísindaráðið er stjórin fyri Granskingargrunnin. Formaðurin í Granskingarnevndini er eygleiðari í Vísindarráðnum. Vísindaráðið viðger yvirskipað evni viðvíkjandi føroyskari gransking, menning og nýskapan.