Gransking

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyrisitur fleiri stovnar, sum heilt ella lutvíst hava gransking sum endamál. Granskingarráðið, ið er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, skal ráðgeva landsstýrinum og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum og umsita GMN-grunnin, sum veitir fígging til gransking, menning og nýskapan. GMN-grunnurin hevur árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Harumframt fyrisitur Barna- og útbúgvingarmálaráðið Fróðskaparsetur Føroya.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyrisitur eisini hægru útbúgvingarstovnarnar. Fróðskaparsetur Føroya hevur til endamáls at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og at breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Harumframt skal Fróðskaparsetrið fyrireika og halda tey prógv og tær royndir, ið eru løgd undir Fróðskaparsetrið. Eftir hesum hevur Fróðskaparsetrið heimild at skipa fyri útbúgvingum á Bachelor-stigi, Master-stigi og Ph.D.-stigi.