At søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá ið umsóknin er avgreidd, og uppihaldsloyvi er fingið til vegar sambært teimum treytum, sum lógin ásetur, fáa hesi støðu og rættindi sum flóttafólk.

Umsókn kann latast inn á løgreglustøðunum kring landið í skrivstovutíðum.

Øll skulu møta á løgreglustøðini í Tórshavn til at upptaka biometriskar upplýsing í sambandi við umsókn (fingramerki og mynd).

Uttanrikis- og Mentamálaráðið vísir annars til heimasíðuna hjá Útlendingastovuni, har nærri verður greitt frá mannagongdum at søkja um uppihaldsloyvi eftir nýggju lóggávuni. Undir leinkjuni Ukraina á heimasíðuni integration.fo

Ukraine - Integration eru nógvir hentir upplýsinger í sambandi við at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Leinkjan niðanfyri vísir beint til skjøl, sum skulu brúkast í sambandi við at søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Umsókn um uppihaldsloyvi eftir serlógini um persónar, sum eru riknir úr Ukraina - (utlendingastovan.fo)


Undirvísingarstýrið setur í verk og samskipar

Undirvísingarstýrið  hevur ábyrgdina saman við skúlunum at seta í verk tiltøk, sum gera tað møguligt at skipa eina væleydnaða móttøku, undirvísing og inklusjón. Undirvísingarstýrið fer eisini at ráðgeva viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál og at skipa móttøkuflokkar.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur evstu ábyrgd av teimum yvirskipaðu avgerðunum, sum verða tiknar og settar í verk og fylgir við gongdini.

Undirvísingarstýrið og Uttanríkis- og mentamálaráðið veita skúlum regluliga kunning um fyriskipanir, og hvussu vit í felag tryggja ukrainsku børnunum ein góða skúlagongd og eina væl skipaðaða integratión. Eisini verður kunnað um, hvussu búsetingin verður skipað, og hvar móttøkuflokkar verða stovnaðir.

Mælt verður til, at skúlaleiðslur og onnur dagliga fylgja við í teirri kunning, sum framhaldandi verður løgd út á heimasíðurnar hjá UMMR og UVS og á stevnuna UMMR-kunning.