At søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá ið umsóknin er avgreidd, og uppihaldsloyvi er fingið til vegar sambært teimum treytum, sum lógin ásetur, fáa hesi støðu og rættindi sum flóttafólk.

Umsókn kann latast inn á løgreglustøðunum kring landið í skrivstovutíðum.

Øll skulu møta á løgreglustøðini í Tórshavn til at upptaka biometriskar upplýsing í sambandi við umsókn (fingramerki og mynd).

Uttanrikis- og Mentamálaráðið vísir annars til heimasíðuna hjá Útlendingastovuni, har nærri verður greitt frá mannagongdum at søkja um uppihaldsloyvi eftir nýggju lóggávuni. Undir leinkjuni Ukraina á heimasíðuni integration.fo

Ukraine - Integration eru nógvir hentir upplýsinger í sambandi við at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Leinkjan niðanfyri vísir beint til skjøl, sum skulu brúkast í sambandi við at søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Umsókn um uppihaldsloyvi eftir serlógini um persónar, sum eru riknir úr Ukraina - (utlendingastovan.fo)


Ráð og leiðbeining fæst frá Undirvísingarstýrinum

Tað er umráðandi at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Uttanríkis- og Mentamálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum tilber.

Tað  ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið att.: Eyðdis Eidesgaard, at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.

Hon er at hitta á tlf 555048 ella teldupost: eyddis@uvs.fo