At søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá ið umsóknin er avgreidd, og uppihaldsloyvi er fingið til vegar sambært teimum treytum, sum lógin ásetur, fáa hesi støðu og rættindi sum flóttafólk.

Umsókn kann latast inn á løgreglustøðunum kring landið í skrivstovutíðum.

Øll skulu møta á løgreglustøðini í Tórshavn til at upptaka biometriskar upplýsingar í sambandi við umsókn (fingramerki og mynd).

Barna- og útbúgvingarmálaráðið vísir annars til heimasíðuna hjá Útlendingastovuni, har nærri verður greitt frá mannagongdum at søkja um uppihaldsloyvi eftir nýggju lóggávuni. Undir leinkjuni Ukraina á heimasíðuni integration.fo

Ukraine - Integration eru nógvir hentir upplýsinger í sambandi við at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Leinkjan niðanfyri vísir beint til skjøl, sum skulu brúkast í sambandi við at søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Umsókn um uppihaldsloyvi eftir serlógini um persónar, sum eru riknir úr Ukraina - (utlendingastovan.fo)


Tað eru fleiri partar, sum eru virkin, til dømis Reyði Krossur, ÍSF og FUR og aðrir felagsskapir og samkomur, sum skipa fyri, og hava sett arbeiði í verk, sum tænir sama endamáli.

Frítíðarfelagsskapir fyrireika seg til at møta ukrainskum børnum og ungum, og tað verður mett umráðandi, at skúlar og kommunur stuðla undir at skapa samband við frítiðarfelagsskapir, sum kunnu vera við til at tryggja eina góða móttøku og eina væl eydnaða integratión.