Tann 10. apríl 2022 varð lógin nr. 433 um ”Fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru rikin úr Ukraina”, sett í gildi fyri Føroyar.

Tað merkir, at frá 10. apríl 2022 hava ukrainar, ið eru flýddir til Føroya, møguleika fyri at søkja um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað er umráðandi at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja, at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum til ber.

Tað  ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið att.: Katrin E. L. Jacobsen at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.

Hon er at hitta á tlf 555058 ella teldupost: katrinelisabethj@uvs.fo

Í vinstra bredda her á heimasíðuni verður løgd kunning og ráðgeving í sambandi við fyribils flóttafólk og skúlagongd.

Seinast dagført 26. apríl 2022

Viðkomandi heimasíður eru:

www.integration.fo

www.redcross.fo

www.undirvising.fo

www.snar.fo

www.vegleiding.fo