Fólkaupplýsing

Á fíggjarlógini er peningur settur av til "Fólkaupplýsing", ið fevnir um hesi øki:

  • Føroya Fólkaháskúli (Stuðulsjáttan)
  • Húsarhaldsskúlar (Stuðulsjáttan)
  • Frítíðarundirvísing (Rakstrarjáttan)
  • Musikkskúlar (Rakstrarjáttan)
  • Stuðul til lesi - og skriviveik (Stuðulsjáttan)

Stutt lýsing

Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur. Ætlanin við skúlanum er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum og at menna føroyska sjálvsfatan og føroyskt medvit. Ætlanin er tó at fara undir at endurskoða lógargrundarlag og virksemi Háskúlans.

Húsarhaldsskúli Føroya skipar fyri árligum skeiði, sum er 26 vikur frá august til februar, og fleiri stutt skeið frá mars til juni mánaða.

Kommunurnar fáa stuðul til at seta í verk frítíðarundirvísing, at skipa fyri landsumfatandi frítíðarundirvísing, skeiðum fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og útgerð og umboðan til at fyrisita játtanina til frítíðarundirvísing.

Skipaða musikkskúlaundirvísingin í Føroyum virkar eftir Ll. nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar. Musikkskúlastjórin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina og samskipar undirvísingina.

Játtanin til lesi - og skriviveik verður nýtt til at styrkja undirvísingina fyri lesi - og skriviveikum.