Tilmæli um skúlabygnað, læriumstøður og sernámsfrøðiliga økið

Í summar fekk Bjørn Kalsø landsstýrismaður í mentamálum handað tvey álit viðvíkjandi fólkaskúlanum. Annað álitið snýr seg um tilmæli í sambandi við skúlabygnað og læriumstøður. Hitt álitið snýr seg um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan.

Álitini bæði eru at finna á heimasíðu okkara undir leinkjunum Kunning / Álit, og nevnast Tilmæli um skúlabygnað og læriumstøður og Tilmæli um sernámsfrøðiliga økið.

undefined

Í tilmælinum um skúlabygnað verður sagt, at bygnaður fólkaskúlans skal vera grundarlagið undir einari tilgongd, har fakliga støðið, valmøguleikarnir og sosialu umstøðurnar hjá næmingunum verða ment. Tilmælið viðger ymsu fortreytirnar, sum skulu vera til staðar, fyri at næmingarnir kunnu hava eina mennandi skúlagongd við fakligum avbjóðingum, valmøguleikum og góðum sosialum felagsskapi. Støðið verður tikið í einum størri skúlabygnaði, enn galdandi er í dag, har landið verður skipað í 12 skúlaøki. Mælt verður til fleiri umskipanir og íalt 45 átøk, har umleið helvtin eru lógarbroytingar.

Viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum innan fólkaskúlan verður sagt, at tilmælið fevnir um 29 minni og størri átøk, sum mælt verður til at seta í verk innan rímiliga tíð. Tað, sum fyllir mest, er at fáa endurskoðað lóggávuna, sum viðvíkur tí sernámsfrøðiliga økinum, har eisini verður mælt til, at ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður tikin við í endurskoðanini av lóggávuni. Mælt verður samstundis til, at umhugsa gjølla, hvussu vit hava og eiga at íverkseta inklusjónshugtakið við atliti at tí føroyska samfelagnum og tí serstøku føroysku skúlamentanini.

undefined

Tey, sum mannaðu arbeiðsbólkin, ið gjørdi tilmæli um skúlabygnað og læriumstøður vóru:

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, forkvinna, Magnus Tausen, stjóri í Námi, skrivari, Frida Poulsen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, André F. Danielsen, stýrislimur í Føroya Kommunufelag, Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, Jensebeth Absalonsen, fyrstilærari í Viðareiðis skúla og Herálvur Joensen, formaður Føroya Lærarafelags.

Tey, sum mannaðu arbeiðsbólkin, ið gjørdi tilmæli um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan vóru:

Frida Poulsen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Joan Knudsen, lærari og cand.pæd.psyk., skrivari, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, Emmy Joensen, stjóri á Sernámi, Jan Christiansen, skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni, Durita Joensen, skúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla, Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi, Fríðbjørg Hammer, serlærari og avvarðandi at børnum við serligum tørvi, og Herálvur Joensen, formaður Føroya Lærarafelags.

Myndin ovast er av børnum, sum syngja, í skúlanum á Giljanesi.

Fólkaskúlar í Føroyum

Yvirlit yvir fólkaskúlar í Føroyum er á snar.fo.
Leinki er her.