Ráðstevna um happing

"Vitan, veruleiki og visjón"

Skúlin sum slóðbrótari

Í døgunum 12. og 13. november 2015 skipaði Mentamálaráðið fyri ráðstevnu um happing fyri øllum starvsfólkum í øllum fólkaskúlum við heitinum: Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari.

Ráðstevnan varð hildin í tveimum umførum. 12. november var ráðstevnan í Skúlanum við Løkin fyri skúlum í Eysturoy og Norðoyggjum og 13. november var ráðstevnan í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri skúlum á Streymoynni, Sandoynni, Nólsoynni, Vágoynni og Suðuroynni.

Ráðstevnan var skipað við ástøðiligum parti fyrrapartin, har Katrin av Kák og Olga Biskopstøð frá Fróðskaparsetri Føroyavarpaðu ljós á nýggjastu kanningina um happing í fólkaskúlanum við m.ø. ástøðunum handan kanningina og kortlegging av happing í tølum og fyribrigdum.

Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen frá Danmarks Pædagogiske Universitet varpaðu ljós á nýggja altjóða gransking innan happing, hvørji rák gera seg galdandi nú, hvussu happing verður fatað aðrastaðni, og hvat hetta krevur av skúlanum.

Í millum fyrilestrarnar vóru videobrot sýnd frá evnisdegnum í skúlunum 21. oktober, har næmingar greiða frá um happing.

Seinnapartin var skjøtil settur á verkliga partin, sum hevði til endamáls at seta spurningar við og gruna yvir, hvussu nýggja vitanin kann vera við til at broyta virki í arbeiðinum at fyribyrgja og basa happing, og hvussu vit kunnu brúka endurskoðaðu fatanina í skúlanum.

Annika Sølvará, forkvinna í Heim og Skúla greiddi frá, hvat ein góð trivnaðarætlan er, sæð úr teirra sjónarhorni. Eftir hetta løgdu Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen fram ”parentesmetoduna”, sum skuldi brúkast í arbeiðsbólkum. Arbeiðsbólkarnir brúktu hesa metodu saman við uppgávulýsing, hjálparspurningum og søgum (casum), at viðgera happingarstøður útfrá. Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen viðmerktu og viðgjørdu lyklaorðini frá arbeiðsbólkunum í plenum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna setti og endaði ráðstevnuna

 

SKRÁIN FYRI RÁÐSTEVNUNA 12. og 13. november

Kl. 9.00 Koma og kaffi v.m.

Kl. 9.30 Vælkomin

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setir ráðstevnuna
• (Røðan hjá landsstýriskvinnuni er her)

Ástøðiligi parturin

Kanningin um happing í tølum og fyribrigdum

Katrin av Kák, sálarfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum
• (Framløgan kann takast niður her)

Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum
• (Framløgan kann takast niður her)

Spurningar

Hvat halda næmingar um happing? Videobrot frá evnisdegnum

Nýggj hugtøk um happing

Dorte Marie Søndergaard, dr. philos. og prof. í sosialsálarfrøði, Danmarks Pædagogiske Universitet
• (Framløgan kann takast niður her)

Spurningar

Kl. 11.30 Steðgur

Kl. 11.55 Hvat halda næmingar um happing? Videobrot frá evnisdegnum

Happing og skúlafloksmentan

Helle Rabøl Hansen, cand.jur og phd. í námsfrøðiligari sálarfrøði, Danmarks Pædagogiske Universitet
• (Framløgan kann takast niður her)

Spurningar

Kl. 12.55 Døgurði

Verkligi parturin

Kl. 13.45 Hvat er ein góð trivnaðarætlan sæð úr sjónarhorni “Heim og Skúli”

Annika Sølvará, forkvinna í Heim og Skúli
• (Framløgan kann takast niður her)

“Parentesmetodan” og introduksjón til arbeiðsbólkarnar

Helle Rabøl Hansen
• (Framløgan kann takast niður her)

Kl. 14.30 Arbeiðsbólkar (Uppgávuorðingar hjá arbeiðsbólkunum eru at síggja her)

Kaffi verður í stovunum, har arbeiðsbólkarnir arbeiða (Hjálparspurningar til parantesmetoduna kunnu takast niður her)

Kl. 15.30 Samanumtøka av ástøðiliga og verkliga partinum. Hvør skal kósin vera?

Fyrilestrahaldarar saman við orðstýrara o.ø. taka samanum

Kl. 15.50 Rigmor Dam, landsstýriskvinna, endar

Kl. 16.00 Endi

Orðstýrari: Birgir Kruse, ritstjóri