Happing og trivnaður millum næmingar í fólkaskúlanum

Arbeiðið at basa happing og økja um trivnaðin millum næmingar í fólkaskúlanum er eitt øki, sum politiski myndugleikin rættiliga hevur sett á breddan. Farna skúlaár var stór kanning av happing gjørd millum fólkaskúlanæmingar, sum staðfestir, at umleið 13% av spurdu næmingunum vera happaðir. Hóast hetta er ein bati á 2% síðani seinastu kanning, sum var gjørd í 2007, so er støðan ikki nøktandi. Greiði politiski boðskapurin er, at vit eiga at stremba móti eini nullhugsjón, tá ið happing umræður. Sitandi samgonga sigur í fylgiskjali til samgonguskjalið, at hon tekur trupulleikar við trivnaði og happing størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

Tiltøk, sum vera sett í verk hetta skúlaárið taka støði í tilmæli í frágreiðingini, sum var gjørd í kjalarvørrinum av kanningini á vári í 2015. Hesi tiltøk eru:

Faldari er gjørdur til allar næmingar og er ætlaður sum eitt amboð at miðla kanningina til næmingarnar og sum eitt amboð at samskifta og tosa við næmingarnar um, hvussu vit kunnu basa happing og økja um trivnaðin. Faldarin er eisini lisin inn á ljóðfílu, sum ein møguleiki at brúka m.a. til yngru næmingarnar o.o., sum hava tørv á at fáa tekstin lisna upp.

Evni happing og trivnaður verður sett á skrá í øllum fólkaskúlum, har m.a. faldarin verður viðgjørdur í øllum skúlum í Føroyum 21. oktober í 2015, har flokslærarin/flokstoymið við støði í faldara m.a. tosar við næmingarnar um kanningina, hvussu støðan er í flokkinum, og hvat kann gerast fyri at basa happing og økja um trivnaðin.

12. og 13. november 2015 skipar Mentamálaráðið fyri ráðstevna um kanningina, niðurstøðurnar og dagførda háttin at síggja/skilja fyribrigdið happing. Millum fyrilestrarhaldarar eru Helle Rabøl Hansen og Dorte Marie Søndergaard frá eXbus-granskingarbólkinum, sum fara at lýsa nýggjastu granskingina og dømi um átøk, sum hava víst seg í verki at hava fyribyrgt og tálmað happing. Eisini verður tíð sett av til verkstovur, so ætlan kann fyriliggja, hvussu skúlar kunnu arbeiða víðari við trivnaðarátøkum.

Tilfar:

Kanningin frá 2007 og 2015

Faldarin til allar næmingar

Ljóðfíla

Filmsbrot

Greinar o.a. úr m.a. Skúlablaðnum

Tilfar frá ráðstevnuni (verður tøkt 12. nov. 2015)

Leinki til trivnaðarætlan hjá øllum fólkaskúlum (verður dagført 2. mai 2016)