UNESCO

UNESCO - United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization - er heimsumfevnandi ST felagsskapur, ið virkar fyri trygd og friði millum heimsins lond við at skipa samstarv innan málsøkini útbúgving, gransking, mentan, samskifti og upplýsing.

Felagsskapurin fór til verka í 1946, og í dag eru 195 limalond og 10 atlimalond.

Føroyar fingu atlimaskap í 2009. Atlimaskapur gevur øll tey somu rættindi sumlimaskapur, undantikið atkvøðurætt. Tað er tó sjáldan, at hetta hevur nakran týdning, tí UNESCO samstarvið byggir á, at semja fæst um tey mál, ið verða løgdfyri aðalfundin.

UNESCO er skipað við aðalskrivara og stýrisráði við umboðum úr 58 londum og hevur høvuðsskrivstovu í París. Aðalfundurin, har øll limalondini luttaka, er annaðhvørt ár.

Limalondini skipa seg við hvør síni UNESCO nevnd.

Føroyar fingu sína fyrstu UNESCO nevnd í 2012.

í november 2016 setti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, UNESCO nevndina, ið skal virka komandi fýra árini.