Samstarv um PISA-kanningar

PISA er eitt av teimum mest umfatandi og djúpgongdu amboðum, vit hava at meta um førleikar hjá ungum í útbúgving. Umframt beinleiðis mátingar av næmingaførleika í lesing, støddfrøði og náttúrufrøði, hevur PISA-verkætlanin spurnahefti, sum m.a. lýsa heimlig viðurskifti, skúlaviðurskifti og KST-førleika. Eisini verða hugburður og læringarhættir hjá næmingum lýstir. Hetta ger PISA til eitt gott amboð at meta um, hvat ið førir til góð úrslit, bæði hjá tí einstaka næminginum og hjá skúlaverkinum sum heild.

Í PISA verður dentur lagdur á, at kanna næmingaførleika í einum samfelagsligum høpi. Endamálið er at máta tað, sum tey 15 ára gomlu hava lært og hava tørv á at duga fyri at klára seg seinni í útbúgving, í arbeiði og í familju- og samfelagslívinum. PISA er ikki ætlað til at máta førleikar, sum lesiætlanir í skúlunum leggja upp til, men til at meta um, hvussu væl tey ungu megna at brúka teirra vitan í mun til avbjóðingar í vanliga lívinum.

Meira um PISA í Føroyum er at lesa her.

Samstarv um TALIS-kanningar

Í umleið 20 ár hevur OECD arbeitt við at menna mátihættir (indikatorer) innan undirvísingarverkið, t.d. triðja hvørt ár verða sokallaðu PISA-royndirnar millum næmingar hildnar. Tað hevur eisini verið ávísur áhugi millum lærarar at fáa gjørt kann ingar, ið lýsa læruumhvørvið og arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum. Hetta eru sokallaðu TALIS-kanningarnar, ið eru styttingar fyri Teaching and Learning International Survey.

Kanningarnar eru gjørdar í 24 londum. Av Norðurlondunum luttaka Danmark, Noregi og Ísland.

Í mars mánaði 2009 tók Mentamálaráðið stig til at fáa gjørt TALIS-kanningarnar millum bæði lærarar og leiðarar í fólkaskúlanum.
Undirtøkan fyri kanningunum var sera góð. Mentamálaráðið valdi at fáa eina óhefta fyritøku, Scarling Research í Danmark, at standa fyri hagtalsligu útgreiningini av kanningunum. Hagtalsúrslitini vóru tøk í mai 2009.

Í báðum kanningunum eru niðurstøður, sum eiga at útgreinast og lýsast nærri við serligum atliti at, hvat eigur at verða gjørt fyri at kunna bøta um hesar staðfestingar.

100928_talis.pdf

TALIS-kanning FO-útgáva, samlað, 9-6-2009.doc

TALIS-kanning, skúlaleiðsla, FO-útgáva, 11-6-2009.doc