Samstarv um granskingarstuðul

Týðandi avtala er gjørd millum Føroyar og ES um at vera við í tí stóru evropeisku granskingarskránni, fyrst nevnd Framwork Programm 2007, ið var galdandi til 2013, og nú Horizon 2020, sum er galdandi til 2020.
Føroyskar granskingarverkætlanir kunnu tískil taka lut á jøvnum føti við aðrar evropeiskar verkætlanir um at fáa fíggjarligan stuðul gjøgnum Horizon 2020.