
Útbúgving og gransking
Grund- og miðnámsútbúgving
Uttanríkis- og mentamálaráðið umsitur fólkaskúlan, frískúlar, Skúlan á Trøðni, vinnu- og miðnámsskúlar, Føroya Fólkaháskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, Vinnuháskúlan og frítíðarundirvísingina. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur yvirskipað eftirlit við dagstovnum og dagrøktum sambært dagstovnalóggávuni og veitir kommunum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.
Eisini umsitur Uttanríkis- og mentamálaráðið stovnarnar Nám, Føroya Musikkskúla, Sernám, Rásina og Yrkisdepilin.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um yvirumsjón, lógararbeiði, at gera kunngerðir og reglur, námsætlanir fyri fólkaskúlan og vinnu- og miðnámsútbúgvingar og stevnumið fyri dagstovnaøkið, at rinda lønir til lærarar og leiðslur í fólkaskúlanum, at skipa fyri próvtøkum og landsroyndum, fyri eftirútbúgving, og at veita stuðul til stovnar, frítíðarundirvísing, bókaútgávu og skúlabarnaflutning. Harumframt at góðkenna skúlabyggimál í fólkaskúlanum, skúlabygnað og vegleiða í undirvísingarmálum og í sambandi við skúlastýrisarbeiði.
Hægri útbúgvingar og gransking
Uttanríkis- og mentamálaráðið umsitur hægri útbúgving og gransking. Tann 1. august 2008 vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya, løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.
Uttanríkis- og mentamálaráðið umsitir harumframt Granskingargrunnin, sum hevur til endamáls at stuðla føroyskari gransking, ella gransking, sum verður mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar.
Mentan og kirkjumál
Eisini varðar Uttanríkis- og mentamálaráðið av mentanarpolitikki landsins sum heild, t.e. mentanar- og náttúruarvi, skapandi og útinnandi list, føroyska málinum, fjølmiðlunum, fólkakirkjuni og øðrum trúarsamfeløgum, hægri útbúgving og gransking, halgidagslóggávu, ítrótti og upphavsrætti.
Mentanarøkið fevnir m.a. um:
- Fólkakirkjuna
- Fróðskaparsetur Føroya
- Føroyahúsið í Keypmannahavn
- Ítróttarsamband Føroya
- Granskingarráð Føroya
- Kringvarp Føroya
- Listasavn Føroya
- Mentanargrunn Landsins
- Norðurlandahúsið
- Studni
- Søvn Landsins
- Tjóðpall Føroya
Arbeiðsuppgávurnar fevna um at menna og dagføra mentanarøkið, harundir at hava yvirumsjón og at gera lógar- og kunngerðararbeiði í samstarvi við stovnar og áhugabólkar. Eisini umsitur Uttanríkis- og mentamálaráðið rakstur og stuðul til feløg og einstaklingar.