UNESCO nevndin

Endamálið við føroysku UNESCO nevndini er at vera bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti og at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum. UNESCO nevndin ráðgevur Føroya Landsstýri í UNESCO málum. Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, setti UNESCO nevndina fyri komandi fýra árini í desember 2020.

Í føroysku UNESCO nevndini eru

  • Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður
  • Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
  • Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni
  • Annika Smith, landsbókavørður á Landsbókasavninum
  • Elsbet Heðinsdóttir Christiansen, umboð fyri ung tilnevnd av Føroya Ungdómsráð

Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt Margrethu Jacobsen, fulltrúa í Uttanríkistænastuni, at varða av UNESCO málum á uttanríkisøkinum.

Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Uttanríkis - og mentamálaráðnum. Armgarð Weihe, fulltrúi, er aðalskrivari.

undefined