UNESCO

UNESCO - United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization - er heimsumfevnandi ST felagsskapur, ið virkar fyri trygd og friði millum heimsins lond við at skipa samstarv innan málsøkini útbúgving, gransking, mentan, samskifti og upplýsing.

Felagsskapurin varð settur á stovn 4. november í 1945. Í dag eru 193 limalond og 11 atlimalond.

Føroyar fingu atlimaskap í 2009. Atlimaskapur gevur øll tey somu rættindi sum limaskapur, undantikið atkvøðurætt á aðalfundinum. Føroyar hava møguleika at luttaka í øllum virksemi hjá UNESCO og hava talu- og framløgurætt á aðalfundum.

UNESCO er skipað við aðalskrivara og stýrisráði við umboðum úr 58 londum og hevur høvuðsskrivstovu í París. Aðalfundurin, har øll limalondini luttaka, er annaðhvørt ár.

Limalondini skipa seg við hvør síni UNESCO nevnd.

Føroyar fingu sína fyrstu UNESCO nevnd í 2012.

Eitt av kendastu átøkum hjá UNESCO er heimsarvslistin. Á listanum eru dømi um mentanar- og náttúruarv, ið verður mettur at vera so serstakur, at serlig átøk skulu gerast fyri at varðveita hann. Føroyar eru ikki umboðaðar á heimsarvslistanum enn.

Norðurlond hava tætt samstarv í UNESCO og Føroyar eru við í virkna samstarvinum, ið Norðurlond hava. Norðurlond royna at virka fyri, at londini altíð hava eitt umboð í stýrisráðnum í UNESCO.