Føroyar hava tikið undir við hesum UNESCO sáttmálum á mentanarøkinum:

UNESCO sáttmálin um vernd av heimsins mentanar- og náttúruarvi frá 1972 (heimsarvssáttmálin).

Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 1980.

UNESCO sáttmálin um vernd av mentanarvirðum í vápnaðum stríði við tilhoyrandi protokol frá 1954 og 1999 (Haag sáttmálin).

Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2003.

UNESCO sáttmálin um at banna og forða fyri ólógligum inn- og útfluttningi og ognarskifti av mentanarvirðum frá 1970.

Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2008.

UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi frá 2003.

Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018.