Skapandi vinnur

Skapandi vinnur eru tær vinnur, ið hava eitt mentanarligt skapandi grundarlag, t.d. tónleikur, design, telduspøl og filmur.

Almanna- og mentamálaráðið varðar av at skapa góðar karmar fyri mentanina, harundir útbúgving og menning. Hesir karmar eru undirstøðukervið ella fortreytir fyri, at tey skapandi økini eru til og kunnu mennast.

Almanna- og mentamálaráðið hevur sum eitt av aðalmálum sínum at menna karmarnar fyri mentanini í Føroyum. Í hesum liggur at gagnnýta teir fyrimunir og tær styrkir, ið liggja í mentanini. Hetta kann vera gjørt við at hyggja at og styrkja teir vinnumøguleikar, ið eru á mentanarøkinum. Samstarv millum mentan og vinnulív kann vera av stórum týdningi fyri tey, ið ynskja at liva av síni listaligu framleiðslu.

Eisini vísa royndir, at vinnulívið sum heild mennist og virðisøkist, um tað gagnnýtir førleikarnar hjá listafólkum og skapandi fólkum.

Skapandi vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum og hava ein alsamt vaksandi týdning fyri samfelagsbúskapin. Nýggjar kanningar vísa, at tær eisini í Norðurlondum eru nógv størri, enn tey flestu hava givið sær far um.

Ein stór avbjóðing er í at fáa skapandi vinnurnar at støðast og mennast í Norðurlondum, í kapping við heimsins stórbýir, sum draga kreativu fólkini til sín.

Millumtjóðasamstarv

KreaNord
KreaNord er eitt norðurlendskt samstarv undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið hevur til endamáls at bøta um vakstrarmøguleikarnar fyri mentanarligu og skapandi vinnurnar í Norðurlondum og at menna og marknaðarføra Norðurlond sum ein kraftdepil fyri skapandi vinnur.

Samstarvið er við til at savna royndir, vitan og menningarvisjónir á mentanar- og vinnuøkinum.

Umboð fyri Føroyar í KreaNord eru Alda Joensen fyri Almanna- og mentamálaráðið og Oyvindur av Skarði fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Meir kunning um KreaNord finst her.