Søvn

Søvnini skulu við støði í savnshugsjónini virka sum savnarar, granskarar og miðlarar av vitan, náttúru- og mentanararvi.

Tað grundleggjandi í savnsshugsjónini er at fyriskipa langtíðarminni samfelagsins. Uttan tað støðuga og systematiska grundarbeiðið, sum yrkissøvn gera við støði í savnshugsjónini, fæst ikki nøktandi grundarlag til at taka fyrisitingarligar avgerðir, t.d. viðvíkjandi mentanar- og náttúruumhvørvi við atliti at samfelagsútbygging í nútíðini á slíkan hátt, at fyrilit eisini verða sýnd framtíðar áhugamálum. Er ikki savnað, granskað og miðlað í góðari tíð og eitt grundstøði støðugt ment, eru vit sum samfelag og borgarar ikki fyrireikað at ganga framtíðar avbjóðingum um skilagóða samfelagsútbygging á møti.

Ein virkin og tilvitaður savnspolitikkur snýr seg tí um at sýna bæði fortíð, nútíð og framtíð virðing, soleiðis at eftirkomarar okkara í minsta lagi ikki hava verri fyritreytir enn vit høvdu at byggja hugsjónarligu tilveru sína á. Savnshugsjónin er ein týðandi liður í samleikaligu profileringini av samfelagi okkara, bæði fyri okkara egnu skuld og fyri fatanina í umheiminum av okkum. Søvnini eru tí andlit samfelagsins, og við tí ganga vit avbjóðingum, sum nýtíðar samvinna við umheimin setir, á møti, bæði í vísindaligum samstarvi og vinnu, t.d. ferðavinnu. Eitt virkið savnsumhvørvi hevur avgerandi týdning fyri leiklut Føroya í alheimsgerðini.

Tjóðsavnið

Tjóðsavnið er mentanar- og náttúrusøguliga høvuðssavn landsins. Á jarðfrøðiliga økinum er Jarðfeingi høvuðssavn. Vitja Tjóðsavnið á www.tjodsavnid.fo og vitja Jarðfeingi á www.jardfeingi.fo.

 

Listasavn

Listasavn Føroya hevur støðu sum tjóðarlistasavn Føroya. Vitja Listasavn Føroya á www.art.fo.