Hevur tú á onkran hátt verið við til at varðveita, granska ella arbeiða innan mentanararv? So kanst tú senda uppskot inn til European Heritage Awards 2021.

Í 2021 verða áleið 30 virðislønir latnar fyri arbeiði og verkætlanir, sum hava við mentanararv í Evropa at gera, og øll kunnu senda uppskot inn. Hetta gert tú við at fara inn á heimasíðuna hjá European Heritage Awards.

Freistin at senda inn uppskot er 1. oktober 2020.

Her fæst meira kunning um European Heritage Awards 2021.