Nordisk Kulturfond

Søkt kann verða um stuðul úr norðurlendska mentanargrunninum Nordisk Kulturfond. Grunnurin er norðurlendskur samstarvsstovnur, hvørs uppgáva er at stuðla mentanarsamstarvi millum Norðurlond.

Grunnurin fevnir breitt um mentan og list og er bæði fyri yrkislærd og leik. Grunnurin veitir stuðul til tiltøk, sum eru sermerkt av góðsku framskygni, atkomuligheit og ymiskleika, og sum eru mennandi fyri bæði siðbundar og nýggjar arbeiðshættir.

Stuðul verður veittur til t.d. ráðstevnur, konsertir, rundferðir, framsýningar, festivalar og granskingar- og útbúgvingarverkætlanir. Verkætlanir kunnu bæði vera í ella uttan fyri Norðurlond.

Nordisk Kulturfond letur árliga uml. 29 mió. kr. í stuðli.

Les meir um grunnin, umsóknartreytir, freistir o.a. á heimasíðu grunsins her.