Millumtjóðasamstarv um mentan
Partur av mentanarpolitikkinum er at søkja samstarv á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum. Endamálið við samstarvinum er, at samstarvspartarnir geva hvørjum øðrum lut í skipanum, royndum og vitan, sum eru við til at albøta um viðurskiftini í londunum og landanna millum.
Samstarvið gongur fyri seg á ymsum stigum og innan fyri ymiskar karmar.
Útnorðursamstarv
Londini í Útnorðri, Ísland, Grønland og Føroyar, gjørdu við virknaði frá 1. januar 2004 eina samstarvsavtalu, sum á stjórnarstigi tryggjar samstarv á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum. Londini hava áhuga í at styrkja sambandið á hesum øki, og endamálið er, at avtalan umframt at vera við til at skifta kunnleika og royndir kann vera við til at seta í verk ymsar verkætlanir av felags áhuga. Somuleiðis kann avtalan vera eitt gott amboð í sambandi við arbeiðinum í Útnorðurráðnum.
Sbrt. avtaluni seta londini ávísa upphædd av á fíggjarlógini til at fremja átaksøki, ið verða ásett fyri trý ár í senn.
Samstarvsavtala millum Ísland, Føroyar og Grønland
Umframt sjálva avtaluna við fyrstu átaksøkjunum eru protokollat til samstarvsavtaluna við átaksøkjum frá ávikavist 29. november 2007 og 3. november 2010 til.
Hetlendskt-føroyskt samstarv
Avtala um samstarv á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum millum Føroyar og Hetland varð undirskrivað 10. november 2003 við virknaði frá 1. januar 2004. Endamálið er at styrkja sambandið millum oyggjarnar á omanfyri nevnda øki og at vera við til at styrkja sambandið millum Hetland, Føroyar og grannalondini fyri vestan.
Sbrt. avtaluni eiga londini at seta av pening á fíggjarlógini til at fremja verkætlanir.
Samstarvsavtala millum Føroyar og Hetland:
Agreement_FaroeIslands-Shetland.pdf