Uttanríkis- og mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Mentan og List   >   Listaøkini   >   Tónleikur

Tónleikur

Tónleikur og sangur eru høvuðstættir í mentanarlívinum, og fyri at tryggja eitt fjølbroytt tónleikalív og tónlistarligar upplivingar eru ávísar stuðulsskipanir mentar. Musikkskúlaskipanin mennir og samskipar tónleikaundirvísingina kring landið.

Mentamálaráðið umsitur eina játtan til Tónleik og sang, ið fevnir um Føroya Symfoniorkestur, Sláið Ring umframt onnur áhugafeløg.

Fleiri framúr góðir tónleikabólkar eru, ið hava stuðul fyri neyðini. Harumframt eru fleiri áhugafelagsskapir, sum gera eitt gott arbeiði fyri at menna ymsu tónleikagreinirnar og -tættirnar.

Tey feløg ella bólkar, ið í løtuni fáa rakstrarstuðul, eru Føroya Symfoniorkestur, Konsertfelagið, Kórsamband Føroya, Meginfelag fyri Føroysk Hornorkestur, Felagið Føroysk Tónaskøld og landsfelagið fyri føroyskan dans, Sláið Ring.

Musikkskúlin
Musikkskúlaskipanin hevur sum uppgávu at menna og samskipa musikkskúlaundirvísing kring landið.

Landsstýrið hevur sett ein leiðara at samskipa og at hava fakligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av musikkskúlaundirvísingini. Lærararnir eru settir í skipanini og skulu hava útbúgving frá musikkkonservatorium ella aðra hægri tónleikaútbúgving.

Lærararnir starvast runt landið, og tær kommunur, ið hava musikkskúla, rinda helvtina av læraralønunum, og landið rindar hina helvtina.

Kommunan skipar karmar um undirvísingina við hølum og ljóðførum, og setir ein leiðara á staðnum at hava umsitingarligu ábyrgdina mótvegis kommununi.

Álit
Álit um rútmiskan tónleik (Menningarstovan, Vinnuframagrunnurin og Mentamálaráðið).
Umskipan av virksemi Mentanargrunni Landsins - Uppskot til skipan av Listaráði, álit frá 2008.

Slóðir
Einleikarafelag Føroya
Felagið Føroysk Tónaskøld
Føroya Symfoniorkestur
Konsertfelagið
Sláið Ring