Almanna- og mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Mentan og List   >   Listaøkini   >   Myndlist

Myndlist

Til myndlistina verða vanliga roknað málningar, tekningar og grafikk, men eisini t.d. fotomyndir, høggmyndir, installatiónir og performance kunnu roknast til myndlistina. Í Føroyum er eitt ríkt myndlistaumhvørvi við fleiri virknum yrkislistafólkum.

Myndlistafólk kunnu søkja sær stuðul av játtanunum til mentanarlig tiltøk, men hava haraftrat møguleikan at søkja stuðul til námsferðir, skeið og eftirútbúgving, t.e. næmingastudningur til myndlistafólk.

Myndlistafólkini í Føroyum eru skipað í felagnum Føroysk myndlistafólk og í Myndlistasambandinum.

Stovnar
Listasavn Føroya

Slóðir
Føroysk myndlistafólk
Galerie Focus
Leikalund
Listagluggin
Listasavn Føroya
Oyggin
Steinprent