Mentan og List

Almanna- og mentamálaráðið varðar av at skapa karmar fyri skapandi og útinnandi listarligt virksemi. Partur av mentanarpolitikki landsins er at lata stuðul til feløg og einstaklingar á mentanarliga og listarliga pallinum. Stuðul til mentan og list er alneyðugur fyri, at listafólk kunnu støðast her á landi og fyri at halda lív í einum fjølbroyttum mentanarlívi.

Ymsu listafeløgini eru savnað í Listafólkasambandi Føroya, LISA. LISA hevur eina játtan á løgtingsfíggjarlógini, ið er við til at tryggja raksturin hjá felagnum. LISA er virkin leikari á mentanarpallinum og harvið ein týdningarmikil táttur í landsins mentanarpolitikki. Eitt av endamálunum hjá LISA er at fáa so góðar umstøður sum til ber fyri listafólkini, og Almanna- og mentamálaráðið leitar sær javnan kunning og samstarv gjøgnum LISA.

undefined