Mentan og kirkjumál

Almanna- og mentamálaráðið varðar av mentanarpolitikki landsins sum heild, t.e. mentanar- og náttúruarvi, skapandi og útinnandi list, føroyska málinum, fjølmiðlunum, fólkakirkjuni og øðrum trúarsamfeløgum, hægri útbúgving og gransking, halgidagslóggávu, ítrótti og upphavsrætti.

Mentanarøkið fevnir m.a. um:

  • Fólkakirkjuna
  • Føroyahúsið í Keypmannahavn
  • Ítróttasamband Føroya
  • Granskingarráð Føroya
  • Kringvarp Føroya
  • Listasavn Føroya
  • Mentanargrunn Landsins
  • Norðurlandahúsið
  • Søvn Landsins
  • Tjóðpall Føroya

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at menna og dagføra mentanarøkið, harundir at hava yvirumsjón og at gera lógar- og kunngerðararbeiði í samstarvi við stovnar og áhugabólkar. Eisini umsitur Almanna- og mentamálaráðið rakstur og stuðul til feløg og einstaklingar.

undefined