undefined
Málpolitikkur

Málið er grundarlagið undir samfelagnum, og málsligt tilvit og medvit eru alneyðug, um føroyskt skal verða varðveitt og ment í globala samfelagnum.

Í 2007 varð álitið Málmørk um almennan málpolitikk handað, og 76 tilmæli spurdust burtur úr arbeiðinum hjá fyrrverandi málstevnunevndini.

Eitt av tilmælunum var at endurskoða Føroysku málnevndina, og 1 januar 2013 tekur nýggja Málráðið við, og tá fer Málnevndin í søguna.

Ætlanin er síðan at seta fleiri tilmæli í verk og á henda hátt at nýta tey sum grundarlag undir almenna málpolitikkinum.