Almanna- og mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Børn og ung   >   Stuðul

Stuðul

Partur av mentanarpolitikki landsins er at lata stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Til hetta endamál verða veddingarpengarnir brúktir.

Veddingarpengarnir eru pengar, ið føroyingar hava spælt fyri hjá Danske Spil og fáa aftur til almengagnlig endamál. Sp/f Ítróttavedding lutar 60% av veddingarpengunum til Ítróttarsamband Føroya, 20% til Føroya Ungdómsráð, 5% til Meginfelag Teirra Brekaðu og 15% til Mentamálaráðið.

Mentamálaráðið nýtir sín part til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.

Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja. Mentamálaráðið lýsir við hesum stuðulsmøguleikanum eina ferð um árið, vanliga umleið 1. februar, við umsóknarfreist 15. apríl.

Umsóknarblað.doc

Játtaður stuðul til barna- og ungdómsarbeiði 2017