Børn og ung

Mentan og list eru fyri øll, eisini fyri børnini og tey ungu.

Uttanríkis- og mentamálaráðið heldur, at tað skal standa øllum børnum og ungum í boði at uppliva mentan og list á høgum støði, og at børn og ung eisini sjálv skulu kunna taka lut í skapandi virksemi.

Listaleypurin er ein slóðbrótandi skipan, ið hevur virkað í Føroyum síðan 2008. Tað eru Norðurlandahúsið, kommunurnar og Uttanríkis- og mentamálaráðið, ið standa saman um verkætlanina, ið tryggjar, børnum og ungum møguleikan at uppliva yrkislist innan skúlagátt. Fyrimyndin er norska verkætlanin Den kulturelle skolesekken. Les meir um Listaleypin her.
Faldarin 2022-23.

Tónleikafrálæra og ljóðførisundirvísing eru høvuðstættir í mentanartilboðunum til børn og ung. Musikkskúlaskipanin mennir og samskipar musikkskúlaundirvísingina kring landið. Les um Musikkskúlaskipanina her.

Partur av mentanarpolitikki landsins er at lata stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Til hetta endamál verða veddingarpengarnir brúktir. Les meir um stuðulin til barna- og ungdómsarbeiði her.