Arbeiðsøki

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum umsitur høvuðsøkini uttanríkismál, útbúgvingar, gransking og mentan.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, ítróttarmál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál, vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál. Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur. 

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur um hendur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, ráðgevur og veitir øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum.