Fjarskifti

Fjarskiftiseftirlitið, sum er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hevur eftirlit við fjarskifti og fjarskiftistænastum í Føroyum. Eftirlitið er ráðgevi hjá landsstýrinum og landsfyrisitingini annars um faklig viðurskifti á fjarskiftisøkinum.

Virksemið hjá Fjarskiftiseftirlitinum verður fíggjað við rakstrargjaldi og eftirlitsgjøldum. Fjarskiftisveitarar rinda rakstrargjald í mun til marknaðarpart á føroyska fjarskiftismarknaðinum og frekvensgjøld sambært kunngerð.

Fjarskiftiseftirlitið, sum er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hevur eftirlit við fjarskifti og fjarskiftistænastum í Føroyum og tekur eisini støðu til spurningar um konsessiónsavtalur, sambindingar- og samflutningstavtalur millum fjarskfitisveitarar. Eftirlitið er ráðgevi hjá landsstýrinum og landsfyrisitingini annars um faklig viðurskifti á fjarskiftisøkinum.

Eftirlitið var sett á stovn sambært løgtingslóg nr. 79. frá 23. mai í 1997 um fjarskifti.

Í mai 2015, varð nýggj lóggáva um fjarskifti sett í gildi. Nýggja lóggávan, ið byggir á ES-lóggávu á økinum, skal skal millum annað tryggja kappingina um fjarskifti. Tað hevur eisini týdning, at lógin í Føroyum líkist lógunum í grannalondunum, so veitarar har kenna seg aftur, hava teir hug at bjóða seg fram í Føroyum.

Virksemið hjá Fjarskiftiseftirlitinum verður fíggjað við rakstrargjaldi og eftirlitsgjøldum. Fjarskiftisveitarar rinda rakstrargjald í mun til marknaðarpart á føroyska fjarskiftismarknaðinum og frekvensgjøld sambært kunngerð.