Samgongan hevur sum mál, at Føroyar skulu verða eitt samfelag í serflokki. Øki, sum eru samfelagsliga virðisskapandi og hava serligan týdning fyri at tryggja framhaldandi menning og vøkstur, verða raðfest ovarliga.

 

Ein liður í hesum er vinnupolitikkurin, ið skal menna verandi vinnur og eggja til nýtt virksemi, sum er burðardygt og skapar stórt avkast. Vinnuni skulu tryggjast góðar karmar, so hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum, og kapitalur og arbeiðsmegi skulu hava frítt at fara til vinnur, ið skapa avkast.

 

Eisini skal vinnupolitikkurin taka fyrilit fyri umhvørvinum, og loysnir eiga áhaldandi at verða funnar fyri at avmarka dálkingina. Samgongan hevur eisini sett sær fyri, at útbúgvingarverkið verður ein virkin partur í at ala fram ein íverksetarahugburð í føroyska samfelagnum, og eggjað verður til vinnurelateraða gransking.