Sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek

Limalondini binda seg við hesum sáttmála at tryggja og fremja øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fyri fólk, ið bera brek. Limalondini skulu tí m.a. broyta ella taka av tær lógir, reglur, mannagongdir og siðvenju, sum gera mismun á fólki, ið bera brek (4. gr.), stimbra tilvitsku í samfelagnum um fólk, ið bera brek og og berja niður  fordómar og skaðiliga siðvenju (8. gr.), tryggja atkomu (9.gr.), viðurkenna rættin hjá fólki, ið bera brek, at liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið (19. gr.), tryggja rættin til upplýsingar og útbúgving (21. og 24. gr.).

Sáttmálin hevur eitt sáttmálaískoyti - Optional Protocol to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities. Føroyar eru fevndar av hesum sáttmálaískoyti.

 

Sáttmálin - Convention on the Rights of Persons with Disabilities

Á føroyskum.

 

Seinasta frágreiðing. (Føroyska frágreiðingin er á s. 61 – 67.)

Niðurstøður.

Løgmansskrivstovan um niðurstøðurnar.