Sáttmálin um at basa mismuni vegna rasu

Sáttmálin var samtyktur í 1966, og fekk gildi í Danmark og Føroyum í 1971.

Við hesum sáttmála plikta limalondini seg at basa mismuni vegna rasu, húðalit, ættarslag og etniskum uppruna. Limalondini skulu m.a. banna og steðga øllum slagi av mismuni vegna rasu, og tryggja at øll menniskju eru jøvn fyri lógini og hava rætt til somu rættarverju uttan mismun, rætt til bústað, rætt til somu atgongd til m.a. hotell, matstovur og leikhús (5. gr.). Limalondini plikta seg somuleiðis til at skipa fyri tiltøkum, serliga innan undirvísing, útbúgving, mentan og kunning við tí endamáli at basa fordómum (7. gr.).

Sáttmálin - International Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination

Seinasta frágreiðing.

Niðurstøður frá ST-nevndini.